14. jun 2013
Príslækking 15% í báðum tunlunum
Á seinasta nevndarfundi samtyktu nevndirnar í P/F Vágatunnilin og P/F Norðoyatunnilin, at lækka prísirnar í báðum tunlunum. Broytingarnar koma í gildi 1. juli.

Nevnd og stjórn endurskoða við jøvnum millumbili gjøldini fyri at koyra gjøgnum tunlarnar. Broytingin í ferðsluni og rakstrinum tey seinnu árini, og fíggjarligu útlitini hjá feløgunum fyri inniverand iár, geva grundarlag fyri at broyta prísirnar.

Í Norðoyatunlinum væntast ferðslan í 2013 at fara uppum 760.000 akfør. Í 2012 koyrdu 747.368 akførí tunlinum.

Í Vágatunlinum væntastat ferðslan í ár at fara upp um 605.000 akfør, samanborið við 594.000 í 2012.

Árshaldinilækka við 16,7%

Nevndirnar hava avgjørt at lækka prísirnar fyri árshald í báðum tunlum til kr. 750,- um mánaðin, sum svarar til kr. 9.000 árliga, frá kr. 10.800. Hetta svarar til eina árliga lækking á kr. 1.800 ella 16,7%. Treytirnar fyri at ognasær árshald eru óbroyttar. Haldið verður teknað fyri 1 ár ísenn. Gjaldast skal mánaðarliga forút.

Fyri tey sum hava árshald í báðumbáðum tunlum fer prísurin úr kr. 1.400 til kr. 1.200,-, ein lækking á 14,3%.

Kubbahald og stakir túrar persónbilar

Prísurin fyri stakar túrar lækkar góð 15% úr 130,- til kr. 110,- pr. túr.

Í báðum tunlunum verða tær broytingar, at kubbahaldini verða broytt, so tað einans verður ein kubbaavsláttur, svarandi til 50% av staktúra prísinum,samstundis sum avsláttarskipanin við kubbum verður broytt, so sami túraprísur verður fyri øll kubbahald.

-40 túrahald: túraprísur  55 kr., ella íalt kr. 2.200,-

-20 túrahald: túraprísur  55 kr., ella íalt kr. 1.100,-

Tey sum hava 5 túrahald, fáa framyvir møguleikan at tekna 20 túrahald.

 “Avsláttarskipanin verður nógv einfaldari, og vit vóna at fólk fara at taka væl ímóti nýggju skipanini” sigur Uni Danielsen,stjóri.

Stór og tung akfør

Frá 1. juli 2013 koma tær broytingar í gildi, at akførini verða deild í 2 bólkar, í mun til 3 bólkar ídag. Framyvir verða hesir bólkar:

1.       Akfør upp til 3500 kg, ella til og við 6m

2.       Akfør størri enn 6 m

Bólkurin við akførum størri enn 12,5m dettur burtur, sum sjálvstøðugur bólkur. Tey akførini fara framyvir  at gjalda sum akfør yvir 6 m. Prísurin fyri akfør størri enn 6 metur lækkar við16,7% úr kr. 350,-til kr. 320 fyri stakar túrar, og kr. 160,- pr. túr  fyri kubbahald.

Fyri størru akførini trailarar o.l. yvir 12,5 m, verður lækkingin 40%, úr kr. 530 til kr. 320. Við kubbaskipan gjalda hesi akfør kr. 160,- fyri túrin, í mun til 291,50 ídag. Ein sparing á 45%.

“Við hesum hesum broytingum, bøta vit um viðurskiftini hjá vinnuni, og umsitingin verður eisini lættari hjá okkumsjálvum.” sigur Uni Danielsen

Niðanfyri dagførd prístalva galdandi frá 1. juli  2013:

 

1 túr t/r

Kubbahald  t/r

Árshald

Akfør upp til 3500 kg

=>6 m

110,-

55,00

kr. 1.100 20 túrar

kr. 2.200 40 túrar

 

750,-

9.000,- árliga

Akfør yvir  6 m

320,00

160,00

Kr. 3.200 20 túrar

Kr. 6.400 40 túrar

 

 

Tunnil - Hoyvíksvegur 65 - Postrúm 1010 - FO-110 Tórshavn - Tel 350 200 - Faks 350 201 Avgreiðsla: 08:15-16:00 / Telefonavgreiðsla: 09:00-15:00 / email: tunniltunnil.fo
Ment, forritað og sniðgivið hava Sansir - Innrita