Um Vágatunnilin

Ætlanin
Ætlanin um fast samband um Vestmannasund røkkur fleiri ár aftur í tíðina. Tá arbeiðið byrjaði í 1989, hevði Landsverkfrøðingurin gjørt kanningar, sum í stóran mun gjørdust grundarlagið undir tunnilsarbeiðnum.

Val av tunnilslinju
Áðrenn farið varð at rigga til tunnilsarbeiðið í 1989, vórðu tveir høvuðsmøguleikar fyri tunnilsgerð staðfestir. Hin norðara og hin sunnara tunnilslinjan. Hin norðara skuldi ganga nakað sunnanfyri Sunnarugjógv til leiðina við Fútaklett og hin sunnara frá Leynum og til leiðina við Kálvadal.
Ætlanin um norðaru linjuna varð skjótt slept, hóast hon bæði var styttri og møguliga eisini bíligari. Orsøkirnar vóru fyrst og fremst jarðfrøðisligar. Harumframt var atkomuvegurin til sunnaru loysnina styttri og høgligari. Norðara loysnin hevði kravt ein veg oman gjøgnum líðina norðan fyri Kvívík, har síðubratt er, og nógvur kavi legst.
Á vetri 1988/89 varð farið at rigga til, og klárt var at seta á sjálva tunnilsgerðina í apríl 1989, men orsakað av fíggjarkreppuni kom tá stígur í.

Eftir kreppuna
Eftir kreppuna varð P/F Vágatunnilin stovnað, og fyrsta játtanin á fíggjarlógini í 1999 settu gongd á aftur arbeiðið við fasta sambandinum um Vestmannasund. Fyrstu málsetningarnir vóru at meta um tær kanningarnar, sum vórðu gjørdar fram til 1989, og dagføra tær við nýggjum royndum. Her var serliga hugt at undirsjóvarstunnilsgerð í Íslandi og Noregi.

Frammanfyri tíðarætlanina
Arbeiðið varð mett at taka trý ár, og byrjað varð at bora Streymoyarmegin. Samstundis varð atkomuvegur gjørdur Vágamegin, soleiðis at teir kundu bora báðmegin samstundis.
Tá tunnilsarbeiðið varð komið væl og virðiliga í gongd, varð farið undir vegagerð Streymoyarmegin, og tá hetta varð liðugt, varð vegurin Vágamegin gjørdur liðugur.
Tá teir høvdu sprongt allanvegin ígjøgnum, varð farið undir at gera tunnilin lidnan innan, og sum hetta arbeiðið leið, varð farið undir avrigging av arbeiðsøkjum, eins og snøklar og annað varð gjørt liðugt.
Ætlanin var, at tunnilin skuldi takast í nýtslu á vári í 2003, men arbeiðið við tunlinum hildnaðist so mikið væl, at tunnilin varð latin upp fyri ferðslu longu 10. desember í 2002.

Trygd
Trygdin í Vágatunlinum fylgir norskum reglum á økinum. Ein tilbúgvingarætlan er gjørd, og venjingar verða hildnar av og á.

Tøl um tunnilin
Vágatunnilin er 4,9 km langur. Av hesum eru 2,5 km undir Vestmannasundið. Har tunnilin stingur djúpast, eru 105 metrar upp til sjóvarmálan. Dýpið í sjónum eru í mesta lagið 60 metrar.

Tað eru sprongdir 327.000 kubikkmetrar av gróti úr Vágatunlinum. Til hetta arbeiðið eru nýtt 850 tons av spreingievni. 1000 tons av betongi eru nýtt at tetta lekar við.
Mest loyvdi lekin í slíkum tunlum eru 300 litrar um minuttin pr. km. Í Vágatunlinum er lekin umleið 85 litrar um min. pr. km.

Vágatunnilin kostaði 280 mió kr.







Tunnil - Hoyvíksvegur 65 - Postrúm 1010 - FO-110 Tórshavn - Tel 350 200 - Faks 350 201 Avgreiðsla: 08:15-16:00 / Telefonavgreiðsla: 09:00-15:00 / email: tunniltunnil.fo
Ment, forritað og sniðgivið hava Sansir - Innrita