Gjaldshættir
Tað eru tríggir hættir at rinda fyri túrar ígjøgnum undirsjóvartunlarnar. Á henda hátt ber til at nýta tann gjaldsháttin, ið hóskar best til júst tín tørv.
Tey, ið koyra sjáldan Koyrir tú ikki so ofta ígjøgnum undirsjóvartunlarnar, ber til at gjalda fyri hvønn túrin sær. Bummstøðin er automatisk, so tú koyrir bara ígjøgnum uttan at steðga á. Tú kanst rinda fyri túrin innan tríggjar dagar á hesum bensinstøðum kring landið:Effo – Kollafjørður Effo – Gundadalur Effo – Klaksvík Magn – Klaksvík Magn – Gøtudalur Magn – Miðvágur Gert tú ikki tað, verður rokning send til bileigaran. Tey, ið koyra av og á Koyrir tú ígjøgnum undirsjóvartunlarnar av og á, ber til at keypa eitt sonevnt túrahald til bilin. Tá fært tú ein kubba, ið verður settur innanfyri forrútin á bilinum. Tá koyrir tú beint ígjøgnum tunlarnar, og bummstøðin tekur automatisk ein túr av kubbanum. Tú kanst rinda fyri fimm, tjúgu ella fjøruti túrar, og fært tá ávikavist 20, 45 ella 55 % í avsláttri.
Tá tín konta nærkast minstamarkinum, fært tú eitt uppkrav sendandi, og um tú rindar upphæddina heldur kubbin á at virka. Minst til, at kubbin fylgir bilinum, og kann ikki skiftast til annað akfar.
Tey, ið koyra ofta Tey, ið koyra ofta, kunnu tekna sær eitt árshald. Tá rindar tú eina fasta upphædd hvønn mánað og koyrir, so ofta tær lystir. Árshald kann teknast frá 1. í hvørjum mánaði og er galdandi fyri eitt ár í senn. Tú rindar fyri ein mánað í senn, og jú oftari tú koyrir, jú bíligari verður hvør túrur.
Tú fært eisini kubba, um tú keypir árshald, men hann verður bert nýttur til at skráseta koyrdar túrar, av tí, at tú kanst koyra óavmarkað. Minst tó til, at kubbin fylgir bilinum, og kann ikki skiftast til annað akfar.
Túrahald ella árshald Ynskir tú at keypa túrahald ella árshald og fáa ein kubba, kann tað gerast her á heimasíðuni undir teiginum ”Sjálvgreiðsla”, ið tú finnur á forsíðuni.
Til ber eisini at seta teg í samband við P/F Norðoya- ella P/F Vágatunnilin. Feløgini halda bæði til á Hoyvíksvegi 45, postrúm 1010 og hava telefon 350200.
|