Tunnil   /   Hjálp   /   Treytir

Viðskiftatreytir

Viðskiftatreytir fyri P/F Tunnil, P/FNorðoyatunnilin og P/F Vágatunnilin

1. Veitingar Viðskiftatreytirnar eru galdandi fyri hald av tænastu, sum P/F Norðoyatunnilin og P/F Vágatunnilin veita sínum viðskiftafólki. Øll haldini í Vága- Norðoya- Eusturoya og Sandoyatunlinum, eru nú í eitt hald sum verður umsið í P/F Tunnil. Eitt hald gevur atgongd til at nýta elektrónisku skrásetingarskipanina, sum skrásetir koyringina í øllum undirsjóvartunlum. Skipanin gevur haldaranum rætt til at koyra fram við gjaldstøðunum og ígjøgnum tunlarnar við akfari, sum hoyrir til haldið, so leingi sum haldið er galdandi. Umframt viðskiftatreytirnar kunnu sertreytir ásetast.

2. Partarnir Avtala um hald verður gjørd millum P/F Tunnil og haldaran. Allir myndugir og løgfrøðiligir persónar kunnu stovna hald.

3. Stovnan av haldi Hald verður bílagt á umsóknarblaði, ið fæst frá P/F Tunnil ella á heimasíðu felagsins. Við bílegging verður millum annað skilað til hvat slag av haldi bíleggingin fevnir um.

Neyvar upplýsingar skulu latast um til dømis navn, starv, bústað, føðingardag ella V-tal, umframt upplýsingar um akfarið, sum haldið er knýtt til. Eisini skal upplýsast hvagar rokningar, fráboðanir og annað frá P/F Tunnil skal sendast. Um tað verður kravt, skulu upplýsingarnar skjalprógvast. Hald verður ikki stovnað, um viðkomandi er í eftirstøðu til eitt av tunnilsfeløgunum, P/F Vágatunnilin, P/F Norðoyatunnilin ella P/F Eystur- og Sandoyartunlar.. Haldarin kann ikki avhenda haldið til onnur.

Eitt hald hjá P/F Tunnil kann nýtast við somu treytum í øllum undirsjóvartunlum.

4. Skyldur partanna Skyldurnar hjá P/F Tunnil, P/F Norðoyatunlinum,P/F Vágatunlinum og P/F Eystur- og Sandoyartunlar eru hesar:

1. At uppihalda eina fullgóða elektróniska skipan sum skal tryggja, at haldarin kann koyra framvið gjaldsstøðini uttan steðg.

2. At rætta brek við elektrónisku tænastuni skjótast tilber.

3. At kunna haldaran, tá einki er eftir av haldaragjaldinum.

4. At vera neyvir í skuldskriving av gjøldum fyri veittar tænastur.

Skyldurnar hjá haldaranum eru hesar:

1. At geva rættar upplýsingar til P/F Tunnil í sambandi við stovning ella broyting av haldi.

2. At gjalda fyri tænastuna, sum P/F Tunnil, P/F Norðoyatunlinum,P/F Vágatunlinum og P/F Eystur- og Sandoyartunlar veita í samsvari við gjaldstreytirnar. Gjaldsskyldan er eisini   galdandi um onnur hava nýtt tænastuna -herundir eisini óviðkomandi. Gjaldsskyldan er ikki galdandi um óviðkomandi nýtslan er gjørd møgulig av ósketni frá P/F Tunnil, P/F Norðoyatunlinum,P/F Vágatunlinum og P/F Eystur- og Sandoyartunlar

3. At boða frá skjótast tilber, um mett verður, at okkurt er galið við rokningini.

5. Prísir Upplýsingar um galdandi listaprísir fyri stovningargjøld, haldaragjøld og áminningargjøld, ásettir av P/F Tunnil, P/F Norðoyatunlinum,P/F Vágatunlinum og P/F Eystur- og Sandoyartunlar, fáast við at venda sær til P/F Tunnil. Prísirnir eru somuleiðis at finna á heimasíðuni hjá feløgunum. Prísirnir kunnu hækka við einum varningi uppá í minsta lagi 14 dagar til eitt mánaðarskifti. Fráboðan um møguligar príshækkingar verður kunngjørd haldaranum annaðhvørt skrivliga ella í føroyskum fjølmiðlum. Príslækkingar kunnu setast í verk uttan at boða haldaranum frá.

Prísirnir fyri hald eru einans galdandi, um haldarin hevur teknað sjálvvirkandi gjaldsavtalu.

6. Gjaldstreytir

1. Gjaldstaður: Gjaldingar skulu rindast á konto hjá P/F Tunnil í peningastovni ella á øðrum góðkendum staði, sum haldarin verður kunnaður um.

2. Gjaldkomutíð: Kontoútritið greinar hvørja tænastu sær, tíðarskeið, upphædd og gjaldkomudag. Hevur haldarin stovnað avtalu um hald, verður fráboðað og goldið eftir galdandi GS-reglum (sjálvvirkandi gjaldsavtalu).

3. P/F Tunnil hevur rætt til at krevja gjald fyri veitta tænastu, til dømis fylgjandi:

* Haldaragjald, sum er gjald frammanundan, og sum gevur akfari haldarans loyvi at koyra ígøgnum tunlarnar.

* Fráboðanargjald, sum er gjald fyri fráboðan um endurnýgging tá haldaragjaldið er um at verða uppi.

* Áminningargjald fyri hvørja áminning, ið verður send. Tað veri seg fráboðan um inngjalding og fráboðan um seinkaða gjalding.

* Haldaragjald verður goldið forút.

4.Bústaðarbroyting: Haldarin hevur skyldu at boða P/F Tunnil frá bústaðar- og øðrum viðkomandi broytingum, herundir eisini um akfari.

5. Postur til haldara: Rokningar, kontoúrrit, áminningar, fráboðanir -eisini uppsagnir og slit av haldi, verða sendar haldaranum umvegis teldupost. Skal postur sendast við vanligum posti verður eykagjald fyri porto v.m. roknað.

7. Mishald og rættarvirknaður

Misheldur annar parturin skyldur sínar munandi, hevur hin parturin rætt til at gera niðanfyrinevndu rættarvirknaðir galdandi.

* Tá tunnilspartafeløgini mishalda skyldur sínar munandi, hevur haldarin rætt til at krevja:

1. At brek verður bøtt. P/F Tunnil, P/F Norðoyatunlinum,P/F Vágatunlinum og P/F Eystur- og Sandoyartunlar hava skyldu at seta tiltøk í verk skjótast tilber til tess at bøta brek við tænastuni.

2. Uppsøgn av haldinum. Haldarin hevur rætt til at krevja haldið uppsagt um tunnilspartafeløgini munandi mishalda sínar skyldur.

* Tá haldarin misheldur skyldur sínar munandi, hava P/F Tunnil, P/F Norðoyatunlinum,P/F Vágatunlinum og P/F Eystur- og Sandoyartunlar rætt til at krevja:

1. Uppsøgn av haldinum. P/F Tunnil hevur rætt til at uppsiga haldið, um haldarin hevur mishildið skyldur sínar munandi.

2. Uppsøgn av haldinum. Um haldari koyrir ígjøgnum tunnilin eftir, at eingin peningur er eftir av haldaragjaldinum og uttan at goldið verður á annan hátt, verður haldið uppsagt uttan fráboðan.

Broytingar av avtaluni:

P/F Tunnil, P/F Norðoyatunlinum,P/F Vágatunlinum og P/F Eystur- og Sandoyartunlar hava bert rætt til at gera broytingar í viðskiftatreytunum uttan fráboðan, um broytingin burturav er til frama fyri haldaran. Aðrar broytingar í viðskiftatreytunum, við undantaki av príshækkingum, hava tunnilspartafeløgini rætt til at fremja við einum varningi uppá 30 dagar.

8.Gildiskoma Hesar treytir fáa gildi frá 1. juli 2020