Vit knýta føroyingar saman

Við undirsjóvartunlunum eru 90,8 prosent av føroyingum knýttir saman í eitt veganet. Tað hevur verið eitt stórt framstig fyri føroyska samfelagið sum heild, bæði vinnuliga, mentanarliga og ikki minst fólksliga.

Í dag eru tunlarnir skipaðir undir einari felags umsiting í P/F Tunnil. Keypir tú eitt hald, kann tað brúkast í Eysturoyartunlinum, Sandoyartunlinum, Vágatunlinum og Norðoyatunlinum. Løgfrøðiliga eru tunlarnir tó framvegis skipaðir í trý sjálvstøðug partafeløg við hvør sínari nevnd, egnum roknskapi o.s.fr.