Eysturoyartunnilin

Eysturoyartunnilin í tølum

Eysturoyartunnilin í tølum

Ár: Tunnilin bleiv tikin alment í nýtslu 19. dec 2020.

Kostnaður: Kostnaðurin var 1,3 milliard krónur.

Longd: Samlaða vegstrekki í Eysturoyartunnilin er 11.240 metrar. Tunnilin hevur eina rundkoyring á havbotninum ímillum Strendur, Runavík og Tórshavn. Úr rókini í Saltnes til rundkoyringina eru 2153 metrar. Úr Sjógv á Strondum til rundkoyringina eru 1625 metrar og úr rundkoyringini til Hvítanesar í Tórshavn eru 7460 metrar.

Dýpi: Har tunnilin stingur djúpast, eru 187 m upp til sjóvarmálan.

Hall: Mesta hall í tunnlinum er 5%

Koyribreytin: Tvær mótkoyrandi breytir eru í tunlinum, sum er góðar 10,5 metrar breiður. Sjálv koyribreytin er 7 metrar breið. Harafturat eru gjørdir vegakslar, sum eru 1,0 metur hvør.

Um Eysturoyartunnilin

Um Eysturoyartunnilin

Eysturoyartunnilin knýtir Skálafjørðin og Havnina saman við einum undirsjóvartunli, ið tilsamans er góðar 11 kilometrar langur.

Tunnilin styttir farleiðina millum Tórshavn og Runavík/Strendur úr 55 kilometrum niður í 17 kilometrar. Koyritíðin, sum fyrr var 64 minuttir, er stytt niður í 16 minuttir. Úr Tórshavn til Klaksvíkar er koyritíðin stytt úr 68 minuttum niður í 36 minuttir.

Tunnilin knýtir báðar síðurnar á Skálafjørðinum saman við tveimum tunlum til eina rundkoyring undir havbotninum á miðjum fjørðinum. Hetta er fyrsta og einasta rundkoyringin í heiminum í einum undirsjóvartunnli. Frá høvuðsvegnum í Rókini í Saltnesi oman til rundkoyringina er tunnilin 2,2 kilometrar langur, og teinurin frá Sjógv á Strondum til rundkoyringina er 1,7 kilometrar. Høvuðstunnilin millum Tórshavn og rundkoyringina er 7,5 kilometrar og kemur upp á Hvítanesi. Til tess at økja um trygdina er mesta hallið í tunlinum 5 prosent og lægsta punkt er 187 metrar undir sjóvarmálanum.

Jarðfrøðiligar forkanningar vórðu gjørdar, seismikkur á Tangafirði bleiv skotin og greinaður, kjarnuboringar eru gjørdar á Kalbaksnesi, og bæði á Skálafjørðinum og á Hvítanesi varð vegarbeiðið fyrireikað. Harafturat varð vegarbeiðið til tunnilsmunnan gjørt klárt og projekteringin liðugtgjørd, eins og tunnilsarbeiðið varð boðið út.

8. november 2016 varð byggisáttmáli undirskrivaður við NCC, og endaliga lánsavtalan í samband við bygging av bæði Eystur- og Sandoyartunlunum var undirskrivað beint fyri jól 2016, eins og øll formlig viðurskifti vóru uppá pláss. NCC gjørdi síðan nærri avtalur við ymiskar undirveitarar.

Fyrsta skotið varð latið 21. februar 2017, tá Henrik Old, táverandi landstýrismaður í samferðslumálum, fyri fyrstu ferð trýsti á knøttin og setti sjálva boringina í gongd. Fríggjadagin 7. juni 2019 var alment hátíðarhald í høllini á Hálsi, Tórshavn, í samband við at Heðin Mortensen, táverandi landstýrismaður í samferðslumálum, lat seinasta skotið av í Eysturoyartunlinum.

Tunnilin varð alment tikin í nýtslu 19. desember í 2020.

Nevnd

Nevnd

Nevndin í P/F Eysturoyartunlinum er mannað soleiðis:

Bergur Poulsen, formaður

Marita Súsanna Hentze, næstformaður

Gudmund Mortensen, nevndarlimur

Mathea Hilduberg, nevndarlimur

Uni Danielsen, nevndarlimur

Roknari til Eysturoyartunnilin

Niðanfyri kanst tú síggja, hvat tú kanst spara í tíð og pengum um tú koyrir ígjøgnum Eysturoyartunnilin.

Gevið gætur: Hevur tú longu hald í einum av undirsjóvartunlunum - nýtist tær onki at gera, tí haldini í Vága- og Norðoyatunlinum eru eisini galdandi í Eysturoyartunlinum.

Koyritíð
Uttan um tunnilin Ígjøgnum tunnilin Spar
Tíð* -- min -- min -- min
Kostnaður
Uttan um tunnilin Ígjøgnum tunnilin Spar
Kostnaður __,- __,- __,-
Brennievni** __,- __,-
Slit á bili** __,- __,-
Tunnilsgjald*** _,- __,-
*) Vegleiðandi tíðir.
**) Tøl og útrokningar eru frá "TERESA", Danmarks Tekniske Universitet, Center for Transport Analytics.
***) Við haldi, uttan avsláttur fyri persónbilar.

Sjónfíla um Eysturoyartunnilin