Aðalfundur í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum

P/F Norðoyatunnilin og P/F Vágatunnilin hava havt aðalfund, har roknskapirnir vórðu framlagdir.

Vágatunnilin

Ársúrslitið í P/F Vágatunlinum fyri 2021 gjørdist eitt avlop á 1,8 mió. kr.  Umsetningurin  var  11,3 mió. kr. Í Vágatunlinum koyrdu 901.682 akfør í tunlinum, 117.008 fleiri enn í 2020, ein vøkstur  á 14,9%.  Hetta svarar til, at tað koyrdu 2.470 akfør í miðal hvønn dag. Hóast framgongd, var ferðslan merkt av Korona, og er ikki komin uppá sama støði sum í 2019, tá tað koyrdu 952.300 akfør svarandi til 2.609 akfør dagliga.

Vágatunnilin varð dagførdur við vegøksl, føringskanti, markeringsljósum, tetting, kusntljósum og asfalteraður fyri í alt kr. 28,2 mió. Meðan arbeiði fór fram, nýtti SEV høvið at leggja háspenningskaðalar til Vágarnar. Fyri tað hevur SEV goldið kr. 7,8 mió. Samlaðu útreiðslurnar hjá Vágatunlinum gjørdust sostatt kr. 20,4 mió.

Norðoyatunnilin

Úrslitið í  P/F Norðoyatunlinum varð eitt avlop á kr. 4,8 mió. kr.  Umsetningurin var 17,8 mió. kr. í 2021 og 16,1 mió. kr. í 2020.  Í Norðoyatunlinum koyrdu 1.451.308 akfør í tunlinum, sum er ein vøkstur á 13% í mun til 2020, tá 1.284.544 akfør gjørdu nýtslu av tunlinum. Ferðslan í 2021 hevur verið 3.976 akfør/døgn í miðal, í mun til 3.510 akfør/døgn í 2020, og 3.585 í 2019. Korona hevur ikki havt stórvegis ávirkan á ferðsluna í 2021.

Norðoyatunnilin varð eins og Vágatunnilin dagførdur við vegøksl, føringskanti, markeringsljósum, tetting og asfalteraður. Í Norðoyatunlinum var eisini eyka pumpubrunnur stoyptur. Samlaði kostnaðurin var í alt kr. 41,4 mió. Eins í Vágatunlinum, nýtti SEV høvið at leggja háspenningskaðalar gjøgnum tunnilin til Norðoyggjar. Fyri tað hevur SEV goldið kr. 8,2 mió. Samlaðu útreiðslurnar hjá Norðoyatunlinum gjørdust sostatt kr. 33,2 mió.

Í Norðoyatunlinum verður neyðugt at skifta høvuðsljósini innan alt ov langa tíð. Kostnaðurin av hesum er leysliga mettur til kr. 10 mió

Nevndirnar afturvaldar

Á aðalfundinum vóru nevndirnar afturvaldar. Í nevndini fyri Norðoyatunnilin sita: Jens Kári Vilhelm, Heri M. Hammer og Johanna á Bergi. Nevndin skipaði seg við við Jens Kára Vilhelm sum formanni og  Hera M. Hammer  sum næstformanni.

Í nevndini fyri Vágatunnilin sita: Jens Kári Vilhelm, Dánjal T. Thomsen og Gunnvá á Lofti. Nevndin skipaði seg við Jens Kára Vilhelm sum formanni og Dánjal T. Thomsen sum næstformanni.