Arbeiðið í Vágatunlinum liðugt 21. februar

Arbeiðið í Vágatunlinum liðugt 21. februar

Arbeiðið við at skifta ljósini í Vágatunlinum er um at verða liðugt. Høvuðsarbeiðið hevur verið at skift ljósini til meira orkusparandi LED-ljós. Tann parturin av arbeiðnum hevur gingið eftir ætlan, men undir arbeiðnum hevur tað víst seg, at fleiri brek hava verið við øðrum installatiónum í tunlinum, sum hevur seinkað arbeiðið, so tað hevur tikið umleið 3 vikur longri tíð enn upprunaliga ætlað.