Bíligari fastprísskipan fyri persónbilar í Vága- og Norðoyatunlinum

Nevndirnar í P/F Vágatunlinum og P/F Norðoyatunlinum hava gjørt av, at broyta mánaðarliga hámarksgjaldið fyri persónbilar úr 25 túrum til 15 túrar. Hetta merkir, at tey sum hava hald í mesta lagi fara at gjalda fyri 15 túrar um mánaðin í sama tunli við sama bili. Sostatt verður einki gjald fyri túr 16 og fylgjandi túrar, og mesta gjald verður kr. 300 um mánaðin.

Viðvíkjandi leigubilum, hýruvognum, vøruvognum o.l., verður hámarksgjaldið framhaldandi 25 túrar ella kr. 500 um mánaðin.

Skipanin kemur at galda frá 1. november 2022 og fer serliga at gagna pendlarum og fólki sum koyra ofta.