Ferðslan í Norðoyatunlinum setir met í august.

Ferðslan í Norðoyatunlinum hevur sett met í august fyri miðalferðslu ein einstakan mána. Tað koyrdu 3.011 akfør í miðal pr. dag í august.

Í Norðoyatunlinum er ferðslan økt við 5,7% frá jan. til august, í mun til fyrstu 8 mánaðirnar 2014.

Sama tíðarskeið er ferðslan í Vágatunlinum 0,7% lægri enn tilsvarandi tíðarskeið 2014.