Ferðslan í undirsjóvartunlunum í 2016.

Ferðslan í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum økt við ávikavist 9,5% og 11,2% í 2016.

Í 2016 var miðalferðslan í Vágatunlinum 2.038 akfør um døgnið. Samlaða ferðslan í Vágatunlinum var  746.070 í 2016 í mun til 681.673 akfør í 2015, ein øking á 9,5%, ella 64.397 akfør fleiri enn árið fyri.

Í Norðoyatunlinum fór ferðslan í 2016 uppum eina millión akfør. Miðalferðslan í 2016 var 2.734 um døgnið. Íalt koyrdu 1.000.632 gjøgnum  Norðoyatunnilin í 2016 í mun til 899.800 í 2015, ein øking á 11,2%, svarandi til 100.832 fleiri akfør enn í 2015.