Ferðslan í undirsjóvartunlunum í 2017.

Ferðslan í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum økt við ávikavist 12,6% og 13,8% í 2017.

Í 2017 var miðalferðslan í Vágatunlinum 2.301 akfør um døgnið. Samlaða ferðslan í Vágatunlinum var  839.750 í 2017 í mun til 746.070 akfør í 2016, ein øking á 12,6%, ella 93.680 akfør fleiri enn árið fyri.

Í Norðoyatunlinum var miðalferðslan í 2017, 3.119 um døgnið. Íalt koyrdu 1.138.369 gjøgnum  Norðoyatunnilin í 2017 í mun til 1.000.632 í 2016, ein øking á 13,8%, svarandi til 137.737 fleiri akfør enn í 2016.