Ferðslan í undirsjóvartunlunum nógv økt.

Fyrra hálvár 2017 koyrdu íalt 402.660 akfør í Vágatunlinum, í mun til 354.296 akfør sama tíðarskeið 2016. Hetta svarar til ein vøkstur á 13,7%. Miðalferðslan hevur sama tíðarskeið verið 2.225 akfør pr. døgn.

Í Norðoyatunlinum koyrdu frá januar til juni 2017 íalt 542.958 akfør, ella í miðal 3.000 pr. døgn. Fyrstu 6 mánaðir 2016 koyrdu 483.346 akfør, ein vøkstur á 12,3% frá 2016 til 2017.