Ferðslan nógv minkað í mars

Í Vágatunlinum koyrdu tað 53.800 akfør í mars í mun til 70.684 í mars 2019, sum svarar til eina minking í ferðsluni á 23,9%. Í Norðoyatunlinum koyrdu 83.662 akfør í mars í ár í mun til 106.114 í mars 2019. Ein minking á 21,2%.

Um vit deila mars í áðrenn Korona tiltøkini tvs. til 13. mars, koyrdu tað í Vágatunlinum 2.371 akfør í miðal pr. dag frá 1. til 13. mars. Eftir 13. mars hevur miðalferðslan verið 1.277, ein minking á 46%. Tilsvarandi í Norðoyatunlinum koyrdu tað 3.559 í miðal frá 1. til 13. mars og síðan 2.077 í miðal restina av mánaðinum. Ein minking á 41%.