Føroyskt   /   Um Tunnil   /   Tíðindi   /   Ferðslan økist

Ferðslan økist

Fyrstu 10 mánaði í ár koyrdu íalt 630.154 akfør í Vágatunlinum, í mun til 577.157 akfør sama tíðarskeið 2015. Hetta svarar til ein vøkstur á 9,2%. Miðalferðslan hevur sama tíðarskeið verið 2.066 akfør pr. døgn frá januar til oktober 2016.

Sama tíðarskeið í Norðoyatunlinum koyrdu 838.446 akfør ella í miðal 2.749 pr. døgn. Fyrstu 10 mánaðirnar 2015 koyrdu 751.544 akfør. Sostatt er talan um ein vøkstur á 11,6% frá 2015 til 2016.

Fleiri hagtøl síggjast á: http://www.tunnil.fo/um-tunnil og so fara inn á ávikavist Vágatunnil og Norðoyatunnil