Hjartastartarar í undirsjóvartunlunum

Undirsjóvartunlarnir, Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, hava nú fingið hjartastartarar. Ein hjartastartari er í hvørjum tunli. Hesir eru settir upp á botninum í tunlunum beint við pumpustøðina. Teir eru skrásettir á heimasíðuna www.hjartastartari.fo, har allir tilgongiligir hjartastartarar eru skrásettir.