Kubbarnir tiknir av - avsláttarskipan heldur áfram

Kubbarnir í undirsjóvartunlunum verða tiknir av, men avsláttarskipanin heldur áfram óbroytt.

Tunnilsfeløgini hava gjørt av at avtaka kubbarnar. Í staðin fyri at hava kubbar, sum hava skrásett tá koyrt er í tunlunum, verða nummarspjøldrini avlisin og skráseta túrarnar. Avsláttarskipanin sum kundarnir hava, heldur áfram uttan broytingar.

Fráboðanarljósini í tunlunum – grønt og hvítt – lýsa ikki meira.

Nú ber eisini til at gjalda, við at skráseta fakturan í sjálvvirkandi gjaldskipanina (GS) hjá peningastovnunum.

Kubbar skulu burturbeinast á sama hátt sum battaríir.

Umráðandi at boða frá eigaraskifti.

Eins og áður, er tað umráðandi at boða frá tá broytingar eru á haldinum, m.a. tá akfarið skiftir eigara við keyp ella sølu. Rokningar verða sendar til skrásetta eigaran av akfarinum.

Goymslugjaldið (depositum) er endurgoldið.

Øll, sum hava kubba, fingu í januar goymslugjaldið (depositum) góðskrivað á sítt verandi hald.