Loftið í Vágatunlinum eftirhyggjast

Í samband við at serfrøðingar fara at kanna loftið í Vágatunlinum, verður tunnilin stongdur í 4 nætur frá mánakvøld 26. september til fríggjamorgun 30. september. Tunnilin steingir  kl. 22.00 mánakvøld til kl. 06.00 næsta morgun. Ferðslan verður leidd gjøgnum tunnilin kl. 23.00, 24.00 02.00 og kl. 04.00.

Arbeiðið sum skal gerast, er sum nevnt at kanna loftið og sjálvan tunnilin fyri leyst grót, rivur, lekar o.s.fr. Tað eru geologar frá Rambøll í Svøríki sum gera arbeiðið.

Tunlarnir verða kannaðir 4-5 hvørt ár. Sama kanning varð gjørd í Norðoyatunlinum seinasta vetur. Kanningin vísti, at ávísar ábøtur mugu gerast. Sjálvt arbeiðið at umvæla loftini í báðum tunlunum, verður væntandi gjørd seint í heyst ella í vetur.