Miðalferðslan í undirsjóvartunlunum økist alsamt.

Fyrstu 10 mánaðirnar koyrdu íalt 577.157 akfør í Vágatunlinum, í mun til 569.351 akfør sama tíðarskeið 2014. Hetta svarar til ein vøkstur á 1,4%. Hetta svarar til eina miðalferðslu á 1.899 akfør pr. døgn frá jan. til okt. 2015.

Sama tíðarskeið í Norðoyatunlinum koyrdu 751.544 akfør ella í miðal 2.472 pr. døgn. Fyrstu 10 mánaðirnar 2014 koyrdu 708.589 akfør. Sostatt er talan um ein vøkstur á 6,1% frá 2014 til 2015.