Nógv ferðsla fyrra hálvár

Fyrra hálvár í ár koyrdu íalt 354.296 akfør í Vágatunlinum, í mun til 315.345 akfør sama tíðarskeið 2015. Hetta svarar til ein vøkstur á 12,4%. Miðalferðslan hevur sama tíðarskeið verið 1.946 akfør um døgnið.

Sama tíðarskeið koyrdu 483.346 í Norðoyatunlinum ella í miðal 2.655 pr. døgn. Fyrra hálvár 2015 koyrdu 424.542 akfør. Sostatt er talan um ein vøkstur á 13,9% frá 2015 til 2016.

Fleiri hagtøl síggjast á: http://www.tunnil.fo/um-tunnil og so fara inn á ávikavist Vágatunnil og Norðoyatunnil