Nógv ferðsla í undirsjóvartunlunum

Frá januar til september í ár koyrdu íalt 565.056 akfør í Vágatunlinum, í mun til 516.241 akfør sama tíðarskeið 2015. Hetta svarar til ein vøkstur á 9,5%. Miðalferðslan hevur sama tíðarskeið verið 2.062 akfør pr. døgn frá jan. til sept. 2016.

Sama tíðarskeið í Norðoyatunlinum koyrdu 752.968 akfør ella í miðal 2.748 pr. døgn. Fyrstu 9 mánaðirnar 2015 koyrdu 674.406 akfør. Sostatt er talan um ein vøkstur á 11,7% frá 2015 til 2016.

Fleiri hagtøl síggjast á: http://www.tunnil.fo/um-tunnil og so fara inn á ávikavist Vágatunnil og Norðoyatunnil