Norðoyatunnilin asfalteraður

Eftir Páskir verður farið undir at asfaltera Norðoyatunnilin. Avtala er gjørd við HJ-Asfalt, sum fer undir arbeiðið týskvøldið 6. apríl. Í hesum sambandið steingir tunnilin kl. 22.00 til kl. 06.00 hvørja nátt fram til fríggjamorgun 9. apríl kl. 06.00. Tunnilin verður hereftir stongdur frá sunnukvøldið 11. apríl kl. 22.00 til fríggjamorgun 16. apríl, og aftur sunnukvøld 18. apríl til 23. apríl , tá arbeiðið væntandi verður liðugt. Hvørja nátt tá arbeitt verður, steingir tunnilin kl. 22.00 á kvøldi til fylgjandi morgun kl. 06.00. Ferðslan verður leidd gjøgnum tunnilin kl. 23, 24, 02 og 04.