Norðoyatunnilin stongdur frá 27. november til 22. desember.

Í samband við at arbeitt verður við at skifta ljósskipanina, umvæla ventilatorarnar og skróta loftini, steingir Norðoyatunnilin um næturnar  frá 27. november og fram til 22. desember.

Arbeitt verður hvørja viku frá sunnukvøld til fríggjamorgun frá kl. 22.00 á kvøldi til kl. 06.00 á morgni. Ferðslan verður leidd gjøgnum tunnilin kl. 23, 24, 02 og 04.