Nýggj ljósskipan í Norðoyatunlinum

Avtala gjørd við LM-Electric um nýggja ljósskipan í Norðoyatunlinum

Herfyri vóru ljósini í Vágatunlinum skift. Fari verður nú undir at skifta ljósini í Norðoyatunlinum. Nýggja ljósskipanin er ein orkusparandi LED-skipan av merkinum Thorn, sum er sama merki sum í Vágatunlinum.

Arbeiðið sum byrjar í kvøld 22. november, fer í fyrstu atløgu at vara fram til jólar. Í nýggja árinum verður arbeiðið tikið uppaftur tann 8. januar. Væntandi verður arbeiðið liðugt í apríl.

Í samband við arbeiðið, verður ferðslan órógvað um næturnar, tá tunnilin verður stongdur hvørja viku frá sunnukvøld til fríggjamorgun frá kl. 22.00 á kvøldi til kl. 06.00 á morgni. Ferðslan verður leidd ígjøgnum tunnilin kl. 23, 24, 02 og 04.