Nýggj ljósskipan í Vágatunlinum

Avtala gjørd við LM-Electric um nýggja ljósskipan í Vágatunlinum.

Arbeiðið sum byrjar í kvøld 1. oktober, fer væntandi at taka uml. 3 mánaðir og væntast at verða liðugt um jóltíðir. Avtala er gjørd við LM-Electric, um at gera arbeiðið, meðan SMJ ráðgevandi verkfrøðingar, hevur projektering og eftirlit við arbeiðnum. Nýggja ljósskipanin er ein orkusparandi LED-skipan av merkinum Thorn, sum verður brúkt í nógvum norskum tunlum.

Í samband við arbeiðið, verður ferðslan órógvað um næturnar, tá tunnilin verður stongdur hvørja viku frá sunnukvøld til fríggjamorgun frá kl. 22.00 á kvøldi til kl. 06.00 á morgni. Ferðslan verður leidd ígjøgnum tunnilin kl. 23, 24, 02 og 04.

Fleiri upplýsingar ella viðmerkingar til tíðindaskrivið, fáast við at venda sær til Una Danielsen, á tel. 285700.