Nýggju ljósini í Vágatunlinum liðug

Í morgun varð arbeiðið við at seta upp nýggja ljósskipan í Vágatunlinum latið felagnum. Til staðar var landsstýrismaðurin Heðin Mortensen, sum fekk frágreiðing um fyrimunirnar við nýggju ljósskipanini. Stórur dentur er lagdur á ljósini í innkoyringarsonurnar, soleiðis at hesi øki tillaga ljósini til ljósstyrkina uttanfyri tunnilin. Vanliga verður mett at innkoyringarsonurnar er tann mest vandamikli parturin, tá koyrt verður inn í tunlar. Fleiri bilførarar hava uttan iva uppliva tað, at sjónin verður niðursett ta løtu koyrt verður inn í ein myrkan tunnil, eftir at hava koyrt í sterkum dagsljósi.

LM Electric hevur staðið fyri arbeiðnum og SMJ hevur staðið fyri projektering og eftirlit. Nýggju ljósini eru av slagnum Thorn, sum eru monteraði í fleiri norskum tunlum. Hetta eru orkusparandi LED ljós, sum gera tunnilin ljósari enn frammandundan. Við hesi nýggju ljósskipan, væntar felagið minni viðlíkahaldsarbeiði.

Arbeiðið við montering av ljósunum hevur gingið væl og hevur stórt sæð hildið tíðarætlanina. Undir arbeiðnum er komið fram á onnur brek við m.ø. jørðkaðal og besløg sum máttu skiftast út. Eykaarbeiðini hava viðført, at arbeiðið hevur verið uml. 3 vikur drúgvari enn upprunaliga ætlað. Samlaði kostnaðurin er knappar 7 mió. kr.