Príslækking í undirsjóvartunlunum

Nevndirnar í P/F Norðoyatunlinum og P/F Vágatunlinum hava avgjørt at lækka prísirnar á nýggjárinum. Størstu lækkingarnar eru í Norðoyatunlinum.

Prísirnir í Norðoyatunlinum broytast soleiðis:

  • Prísurin fyri hvønn túrin við haldi lækkar 25%, úr 40 krónum niður í 30 krónur.

  • Árshaldini lækka 16,7%, úr 600 krónum niður í 500 krónur um mánaðin.

  • Hald til akfør longur enn 6 metrar. Prísurin lækkar 10%, úr kr. 150 niður í kr. 135 fyri hvønn túrin

  • Tað verður eingin prísbroyting fyri stakar túrar.

Prísirnir í Vágatunlinum broytast soleiðis:

  • Hald til akfør longur enn 6 metrar. Prísurin lækkar 10%, úr kr. 150 niður í kr. 135 fyri hvønn túrin

  • Tað verður eingin prísbroyting fyri stakar túrar.Eftir hesum broytingum verða prísirnir teir somu í báðum tunlum.

Tekna hald og spar 70%! Príslækkingarnar økja um prísmunin millum ferðakostnaðin hjá teimum, sum hava hald, og teimum sum ikki hava hald. Við haldi kann ein persónbilur koyra 3,3 ferðir so ofta gjøgnum tunlarnar fyri somu upphædd, sum tað kostar uttan hald. Uttan hald er kostnaðurin framvegis kr. 100 við haldi . Á heimasíðu felagsins – www.tunnil.fo – ber til at tekna hald. Eitt túrahald kann ognast fyri kr. 600 ella kr. 1.200 og tá kann koyrast 20 ella 40 ferðir í tunlunum. Tað er eingin tíðaravmarking fyri hvussu leingi eitt hald er galdandi.

  •