Tillaging av prísum fyri vørubilar í Eysturoyartunlinum

Frá mánadegnum 1. mars verða tillagingar gjørdar fyri prísirnar fyri vørubilar, sum koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin.

Bert ein vektflokkur fyri allar vørubilar til og við 3.500 kg.

Uppbýtið í fleiri vektflokkar fyri vørubilar til og við 3.500 kg verður avtikið. Tískil verður gjaldið eins fyri allar vørubilar til og við 3.500 kg. Gjaldið verður ávikavist 150 kr. millum Eysturoynna og Streymoynna og 50 kr. um koyrt verður millum Strendur og Rókina. Hetta treytað av, at tú hevur hald. Um tú ikki hevur hald, er meirkostnaðurin 100 kr.

Lægri gjald ávís tíðarskeið fyri vørubilar

Mánadag til fríggjadag, áðrenn 7.45 og eftir 16.15, er gjaldið fyri vørubilar lækkað til , ávikavist 75 kr. millum Eysturoynna og Streymoynna og 25 kr., um koyrt verður millum Strendur og Rókina. Broytta gjaldið er eisini galdandi í vikuskiftinum frá fríggjadegi kl. 16.15 til mánamorgun kl. 7.45. Prísirnir  eru treytaðir av, at tú hevur hald. Um tú ikki hevur hald, er meirkostnaðurin 100 kr. Klokkutíðin víst verður til, er galdandi í rundkoyringini inni í Eysturoyartunlinum har skrásetingarskipanin er.

Fyribils er hetta galdandi í eini royndartíð í 3 mánaðir fram til og við 31. mai 2021. Meiri kunning um prísir o.a. sæst á www.tunnil.fo