Føroyskt   /   Um Tunnil   /   Tíðindi   /   Tøl apríl

Tøl apríl

Ferðslan í Vágatunlinum vaks við heili 21,6% í apríl í mun til apríl seinasta ár. Í miðal koyrdu 2.325 akfør um døgnið í apríl.

Í Norðoyatunlinum var miðalferðslan í apríl 2.950 um døgnið, ein øking á 9,3% í mun til apríl 2016.

Leygardagin 29. apríl var tunnilsdagur, har tað varð frítt at koyra í báðum tunlum. Handlar og vinna gera nógv burturúr við tiltøkum og tilboðum. Henda dagin var ferðslan 2.566 í Vágatunlinum og 4.590 í Norðoyatunlinum.