Undirsjóvartunlarnir avlop

P/F Norðoyatunnilin og P/F Vágatunnilin, hava havt aðalfund, har roknskapirnir vórðu framlagdir.

Vágatunnilin

Úrslitið í P/F Vágatunlinum fyri 2015 gjørdist eitt avlop á 0,3 mió. kr., sum er 3,4 mió. kr. verri enn árið fyri, tá avlopið var 3,7 mió. kr.  Umsetningurin  var  13,4 mió. kr. í 2015 og  18,9 mió. kr. í 2014.  Í Vágatunlinum koyrdu 681.673 akfør gjøgnum tunnilin, 15.216 fleiri enn í 2014, ein vøkstur  á 2,3%.  Hetta svarar til, at tað koyrdu 1.865 akfør í miðal um samdøgrið.

Á seinasta aðalfundi tann 14. apríl 2015 varð viðtikið, at P/F Vágatunnlin skuldi lata landinum tunnilin við ársenda í ár. Spurningurin er síðani blivin umrøddur millum Henrik Old landsstýrismann og umboð fyri P/F Vágatunnilin. Landsstýrismaðurin hevur boðað felagnum frá, at Vágatunnilin ikki skal latast landinum í ár.

 

Norðoyatunnilin

Ársúrslitið í  P/F Norðoyatunlinum varð eitt avlop á kr. 4,8 mió. kr., sum er 3,6 mió. kr. betur enn 2014, tá avlopið var 1,2 mió. kr.  Umsetningurin var 24,3 mió. kr. í 2015 og 23,4 mió. kr. í 2014.  Í Norðoyatunlinum koyrdu 899.800 akfør gjøgnum tunnilin, sum er ein vøkstur á 6,6% í mun til 2014, tá 843.645 akfør gjørdu nýtslu av tunlinum. Ferðslan hevur í 2015 verið í miðal 2.463 akfør/samdøgur í mun til 2.310 akfør/samdøgur í 2014.

Miðalprísur

Miðalprísurin, sum hvørt akfar hevur goldið í 2015, var kr. 53,82 (kr. 26,91 hvønn vegin) í Norðoyatunlinum og kr. 38,96 (kr. 19,48 hvønn vegin) í Vágatunlinum. Nevndirnar viðgera við jøvnum millumbili, um grundarlag er fyri at broyta prísirnar.

Nevndirnar afturvaldar

Á aðalfundinum vóru nevndirnar afturvaldar. Í nevndini fyri Norðoyatunnilin sita  Jens Kári Vilhelm, Heri M. Hammer og Johanna á Bergi. Nevndin skipaði seg við við Jens Kára Vilhelm sum formanni og  Hera M. Hammer  sum næstformanni.

Í nevndini fyri Vágatunnilin sita Jens Kári Vilhelm, Dánjal T. Thomsen, Mathea Hilduberg og Marita Hentze. Nevndin skipaði seg við Jens Kára Vilhelm sum formanni og Dánjal T. Thomsen sum næstformanni.