Undirsjóvartunlarnir stongdir um næturnar komandi tíðina

Vegna arbeiði fara vit at steingja báðar tunlarnar – Vágatunnilin komandi viku frá mánakvøldinum 30. mars til hósmorgun 2. apríl og Norðoyatunnilin vikuna eftir frá mánakvøldinum 6. apríl til hósmorgun 9. apríl. Tunlarnir eru stongdir frá kl. 22.00 á kvøldi til kl. 06.00 á morgni. Tó verður koyrandi kl 24.00, 02.00 og 04.00.

Vit fara at vaska tunlarnar, gera ymisk el-arbeiðir og aðrar ábøtur sum hava ligið á láni.