Útvarp hoyrist illa í Vágatunlinum.

Seinastu dagarnar hava hoyrilíkindini til útvarp verið svikalig í Vágatunlinum, og ofta hoyrist als einki. Royndir hava verið gjørdar at fáa hetta í rættlag, uttan at hetta er eydnast. Felagið sum í sínari tíð installeraði útgerðina er ikki til longur, og tað vísir seg at verða torført, um ikki ómøguligt at fáa eykalutir.

Arbeitt verður við málinum, og væntandi gongur ikki alt ov long tíð, til útvarpsstøðirnar hoyrast aftur.