Vágatunnilin stongdur frá 29. okt til 20. desember

Í samband við at arbeitt verður við at skifta ljósskipanina, steingir Vágatunnilin um næturnar frá 29. oktober og fram til 20. desember.

Arbeitt verður hvørja viku frá sunnukvøldi til fríggjamorgun frá kl. 22.00 á kvøldi til kl. 06.00 á morgni. Ferðslan verður leidd gjøgnum tunnilin kl. 22, 23, 24, 02 og 04.