Føroyskt   /   Um Tunnil   /   Tíðindi   /   Vøkstur í ferðsluni

Vøkstur í ferðsluni

Frá januar til november í ár koyrdu íalt 628.863 akfør í Vágatunlinum, í mun til 619.267 akfør sama tíðarskeið 2014. Hetta svarar til ein vøkstur á 1,5%. Miðalferðslan hevur sama tíðarskeið verið 1.883 akfør pr. døgn frá jan. til nov. 2015.

Sama tíðarskeið í Norðoyatunlinum koyrdu 824.154 akfør ella í miðal 2.468 pr. døgn. Fyrstu 11 mánaðirnar 2014 koyrdu 774.441 akfør. Sostatt er talan um ein vøkstur á 6,0% frá 2014 til 2015.

Fleiri hagtøl síggjast á: http://www.tunnil.fo/um-tunnil og so fara inn á ávikavist Vágatunnil og Norðoyatunnil