Serlig trygdarkrøv eru galdandi í Eystur- og Sandoyartunlinum.
• Tað er ikki loyvt at ganga, renna ella súkkla í Eystur- og Sandoyartunlinum.
• Tað er ikki loyvt at koyra skutara ella prutl í Eystur- og Sandoyartunlinum.
• Tað er ikki loyvt at steðga og fara út úr bilinum - uttan í neyðstøðu.
Vakmyndtól skráseta alt, sum hendir í tunlinum.
Alarmsentralurin kann senda boð gjøgnum allar føroyskar útvarpsrásir, tí verður mælt til altíð at hava útvarpstólið tendrað.