Tunnilsdagar
Eins og undanfarin ár, tá ið ávikavist Vágatunnilin og Norðoyatunnilin lótu upp fyri ferðslu, verða dagarnir hátíðarhildnir við at einki nýtslugjald verður. Umframt hetta eru 2 dagar lagdir í samráð við handilsfeløgini í Vágum og Klaksvík, sum á henda hátt kunnu nýta høvi at gera vart við seg.
Tunnilsdagar í 2025, tá frítt er at koyra:
Vágatunnilin: Norðoyatunnilin:
22. februar 1. mars
26. apríl 26. apríl
23. august 27. september
13. desember 13. desember
Tunnilsdagar í 2026, tá frítt er at koyra:
Vágatunnilin: Norðoyatunnilin:
21. februar 28. februar
2. mai 2. mai
22. august 26. september
12. desember 12. desember